– Í hesum árinum, sum farið er, hava 10.525 ymiskar teldur verið inni á heimasíðuni, og nógvar teirra hava sum vera man javnan verið inni og hugt, og tað hava vit verið sera væl nøgd við, sigur Wanja Petersen, leiðari á Tilhaldinum.
– Eitt av tilboðunum, sum Tilhaldið hevur at bjóða, er telduskeið fyri tey, sum ikki halda seg vera nóg stinn í at brúka hetta henta amboðið. Hetta gevur teimum møguleikar fyri til dømis at kunna brúka hentleikar sum Netbanka, Skype, Google, senda og fáa teldupost og mangt annað.
Ætlanin við heimasíðuni hjá Tilhaldinum, tilhaldid.fo, sum í gjár hevði eitt ára føðingardag, er millum annað, at bæði tey, sum hava sína gongd í Tilhaldinum, og allir aðrir pensjónistar í Tórshavnar kommunu, nær sum helst skulu kunna síggja, hvat er á skránni í húsinum.
Hetta fyrsta árið er heimasíðan útbygd so við og við, og nú ber til at fáa eitt rættiliga gott innlit í tey tiltøkini og tað virksemi, sum øll kunnu tekna seg til, og arbeiðið við at menna og gera heimasíðuna fjølbroyttari og meira upplýsandi heldur fram.
Endamálið hjá Tilhaldinum í Tórsgøtu er at økja um lívsdygdina hjá pensjónistum í Tórshavnar kommunu við fyribyrgjandi og heilsufremjandi tilboðum í hugnaligum umhvørvi, og tað er hetta tilboð, ið heimasíðan so væl sum gjørligt roynir at endurspegla.