Tilhaldið á Tórsbreyt

Rørsludagurin hjá Tilhaldinum verður mikudagin 17. juni á Tórsbreyt. Í sambandi við at Tórshavnar kommuna er 100 ár og at 2009 er rørsluár, fer Tilhaldið í Tórsgøtu at flyta nøkur av rørslutiltøkunum niðan á Tórsbeyt mikudagin 17. juni frá kl. 15?17.

Klokkan 15.00 setur Heðin Mortensen, borgarstjóri, rørsludagin. Síðan verður felagssangur. Eftir tað verður upphiting við Grethe Ellingsgaard og Dánjal Húsgarð, fimleikalærarum, og Randi Petersen og Elisabeth Andreasen fysioterapeutum.

Klokkan 16.00 verða føroysk dansispøl, sum Katrin og Petur Dahl saman við øðrum skipa fyri. Eftir tað verður aftur felagssangur, har Simme Jacobsen spælir afturvið. Frásøgufólk verður Dánjal Húsgarð.

Leiðarin í Tilhaldinum Wanja Petersen sigur, at øll eru vælkomin til tiltakið.