Tilhaldið fyllir 10 ár

Í morgin, Grækarismessudag, hátíðarheldur Tilhaldið í Tórsgøtu, at 10 ár eru liðin, síðani húsið lat upp

10 ára føðingardagurin verður hildin við ymsum tiltøkum.

Opið hús verður frá klokkan 10-15 við kakao og bollum.

Klokkan 15 bjóðar Jákup Lindenskov, nevndarformaður í Tilhaldinum, vælkomin.

Síðan halda Wanja Petersen, leiðari í Tilhaldinum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, røðu. Gestarøðari verður Jógvan Fríðriksson, biskupur.

Eftir ein felagssang verður drekka og lagkøka í kjallaranum og á 1. hædd, har Árni Hansen situr við flyglið.

Tilhaldið í Tórsgøtu hevur frá byrjan havt sera góða undirtøku.

Í fjør vóru 13.000 vitjandi, og í ár hava longu 800 fleiri vitjað enn í januar og februar í fjør.

- Hetta kemur helst av, at vit nú hava fleiri nýggj tilboð, sigur Wanja Petersen, sum bjóðar øllum at vera vælkomin í førðingardag hjá Tilhaldinum í morgin.