Í vár samtykti Tórshavnar býráð nýggjar reglar, ið skulu galda fyri upptøku av børnum til dagstovnar í kommununi. Ætlanin við broytingunum var at gera tær greiðari, einfaldari og ikki minst betri bæði fyri umsitingina hjá býráðnum og fyri tryggleikan hjá teimum, ið reglarnar umfata.
Men tað er serliga ein bólkur av borgarum í kommununi, ið er verri fyri í teimum nýggju reglunum enn í teimum, ið vóru í gildi áðrenn. Og tað eru tey, ið eftir øllum at døma koma í hópitali aftur úr útlondum til Havnar at búgva. Hesi høvdu í teimum reglum, ið vóru galdandi áðrenn, møguleika at skriva seg uppá bíðilistan hálvt ár, áðrenn tey fluttu. Hesin møguleiki er nú tikin frá teimum og tey hava heldur ikki møguleika at góðskriva møguliga bíðitíð aðra staðni.
Sambært umsitingini og forkvinnuni í sosialu nevnd í Tórshavnar býráð, hevur tað verið neyðugt at gera hesa regluna, soleiðis sum umstøðurnar eru í løtuni við vaksandi tørvi á stovnsplássum. Á fundinum, sum Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn, skipaði fyri mánakvøldið í Mettustovu í Havn, skiltist á fleiri, at tey mettu hesa regluna kunna tulkast sum um, at tilflytarar ikki eru vælkomnir til Havnar at búgva. Og hesa útsøgnina skilir forkvinnan í sosialu nevnd í Tórshavnar býráð væl.
- Hetta er ein stór tvístøða, tí er gamla reglan galdandi, skapar hon ónøgd millum fólk, ið hava búð her alla tíðina og goldið kreppuna, tá ið tey síggja, at børn beint sum tey eru komin heim aftur sleppa inn á stovn. Orsøkin til hesa broytingina er, at havnarfólk vóru misnøgd við, at fólk, ið fluttu av bygd ella aðra staðni frá til Havnar, í førum fingu børn síni fyrr inn á stovn enn tey, ið høvdu verið leingi uppskrivað.
- Tað er ringt at skera ígjøgnum og gera báðar partar nøgdar. Heldur henda upptøkureglan fólki frá at flyta heim, er tað sjálvsagt ógvuliga keðiligt. Einasta loysnin er, at vit byggja fleiri stovnar. Hinvegin er ikki sagt, at vit ikki kunnu endurskoða hesa regluna. Eg vil kortini mæla til, at vit royndarkoyra nýggju upptøkureglurnar eina tíð og síðani taka støðu til, um broytingar skulu gerast, sigur Elin Lindenskov.