Vágs kommuna hevur sett í verk nýggja skipan við vælkomstpakkum til tilflytarar í Vágs kommunu. Endamálið við vælkomstpakkanum er at fáa tilflytarar til at kenna seg serliga vælkomnar í Vágs kommunu.
- Tað hevur stóran týdning at fáa tilflytarar at føla seg vælkomnar í kommununi, tí hava vit eisini gjørt av, at bjóða tilflytarum í Vágs kommunu vælkomnan á hendan hátt, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu, Dennis Holm.
Skipanin virkar á tann hátt, at tá ein familja ella ein persónur flytir til Vágs, fáa tey eitt vælkomstbræv frá Vágs kommunu og verða samstundis boðin á kommunuskrivstovuna, har tey fáa ein vælkomstpakka frá kommununi.
- Við at bjóða tilflytarum á kommunuskrivstovuna, so fáa vit eisini møguleika at heilsa uppá tey persónliga og kunnu tá eisini greiða teimum frá møguleikum og tilboðum í Vágs kommunu. Hendan persónliga kontaktin hevur týdning, tí á hendan hátt fáa vit veitt tilflytarum eina góða tænastu frá 1. degi, sigur Dennis Holm.
Tá tilflytarar koma framvið á kommunuskrivstovuni fáa tey ein vælkomstpakka, við praktiskum upplýsingum um Vágs kommunu, við fløgu, DVD og bókum um Vágs kommunu. Tilflytarar fáa eisini eitt klippikort til svimjihylin í Vági, soleiðis at tey kunnu royna nøkur av tilboðnum, sum eru í Vági.