Í heyst hevur Stella Zachariassen havt átta enskt mæltar sendingar á Rás2, har hon hevur prátað við tilflytarar úr Sri Lanka, Pakistan, Ghana, Rumenia, Malta, Kolumbia, Meksiko og USA.
Í seinastu sendingini, sum var send ígjár hevði Stella Zachariassen vitjan av Luis Pellecer, jr, sum er úr Florida í USA. Luis Pellecer er av kubanskari og guatatamaliskari ætt.
Eisini í førinum hjá Luis Pellecer var tað ein kvinna, sum førdi hann til Føroya. Hann vitjaði Føroyar fyrstu ferð í 2012. Hetta var um summarið, tá veðrið vísti seg frá sínari allarbestu síðu.
Luis hevur lært ikki bara at stara seg blindan uppá vetrarmyrkrið og baldruta veðrið, men heldur hvussu gott tað er, at føroyingar ta myrku tíðina duga at hugna sær innandura.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina, har Luis Pellecer, jr vitjaði Stellu Zachariassen. Sendingin er á enskum.