Tilfeingisgjaldið er órímiligt

- Tað argar, at tilfeingisgjaldið framvegis er 20 oyru fyri kilo, tá svartkjaftaprísurin nú bert er 1,60, sigur Kristian Martin Rasmussen, skipari.

Meðan prísurin á eitt nú lodnu til matna er góður í løtuni, er prísurin á svartkjafti rættiliga lágur.

 

- Meginpartin av 2016 fekk Christian í Grótinum tvær krónur kilo fyri svartkjaft á Havsbrún, men í ár er kiloprísurin heilt niðri á 1,60 krónum fyri kilo.

 

Tað sigur Kristian Martin Rasmussen, skipari.

 

Hann vísir á, at hóast prísurin á svartkjafti er lækkaður við 40 oyrum fyri kilo, noyðast teir kortini at rinda sama tilfeingisgjald, nevniliga 20 oyru fyri kilo.

 

- Hetta argar okkum rættiliga nógv, tí vit halda ikki, at hetta er rætt og rímiligt.

 

Kristian Martin Rasmussen vísir á, at tað er ikki bara á Havsbrún, at minni verður givið fyri svartkjaftin í løtuni. Prísurin til matna er eisini lágur.

 

- Fyrsti túrur hjá Norðborg í ár var á svartkjaftaveiði, har fiskurin varð frystur til matna. Men, her var prísurin heldur ikki nøktandi. 

 

Kristian Martin Rasmussen heldur, at ein møgulig orsøk til, at prísurin á svartkjafti er so lágur í løtuni er, at svartkjaftakvotan í ár er økt.