Tilfeingisgjald á fiskivinnuna

Eykaskattur á útjaðaran?

Nú alt røkist fyri, at eitt tilfeingisgjald verður álagt fiskivinnuni fyri at hjálpa upp á almenna raksturin, kann tað vera áhugavert at hyggja at, hvørt partur av landinum kemur at bera hetta gjald.
Stóru bátarnir í heimaflotanum eru býttir upp í lemmatrolarar, partrolarar, línubátar og garnabátar.
9 lemmatrolarar eru í rakstri, harav eru 6 í Suðuroy og 3 heimahoyrandi í Sørvági.
Partrolararnir eru 26, harav eru 4 í Suðuroy, 1 í Sandoy, 3 í Vágum, 6 í Vestmanna, 8 í Eysturoy og 2 í Klaksvík.
Stóru línuskipini eru um 24 í tali, harav eru 1 í Suðuroy, 3 í Vágum og 1 í Havn (hevur eisini garnaloyvi). Restin er heimahoyrandi í Eysturoy og Klaksvík.
Garnaskipini eru 6 í tali, harav 3 í Suðuroy, 2 í Hósvík og 1 í Eysturoy.
Umframt heimaflotan eru:
2 rækjuskip. Annað er í Leirvík, meðan hitt er í Kollafirði.
Nótaskipini eru 3 í Gøtu, 1 í Fuglafirði og 1 í Klaksvík.
Verksmiðjuskipini eru 4 í tali. 1 í Suðuroy, 1 í Fuglafirði, 1 í Klaksvík og 1 í Havn.
Tey 3 ídnaðarskipini eru í Vágum, Gøtu og Klaksvík.
Av samlaða fiskiflotanum hjá okkum eru sostatt bert 1 línuskip og 1 verksmiðjutrolari heimahoyrandi í Havn.
Er fiskivinnan framvegis høvuðsvinna okkara er lætt at síggja, hvørt Havnin ella útjaðarin liva av hvørjum øðrum, og hvør partur av landinum kemur at gjalda fyri tilfeingið.
Vónandi hugsa politikararnir seg væl um, áðrenn tilfeingisgjald verður álagt, tí tað kemur at hava eina landafrøðiliga slagsíðu og vera við til at uppaftur fleiri fólk flyta til Havnar.
Heldur enn at gera tað torførari at liva í útjaðaranum áttu politikararnir at gjørt tað liviligari har, tí vit hava – álvaratos - ikki pláss fyri fleiri túsund suðuroyingum og norðoyingum afturat í Havnini.