Tilfeingisgjald - eitt gandatiltak

- Eg havi mín iva um tiltakið um tilfeingisgjald, tí meirkostnaður minkar vanliga um kappingarføri. Men um eg fái eina fullgóða frágreiðing, kann tað verða, at eg eisini taki undir við skipanini, sigur Jógvan Sundstein í viðmerking til landsbankastjóran, Sigurd Poulsen. Jógvan Sundstein sigur, at hann í kvøld sat og lurtaði eftir útvarpstíðindunum og hoyrdi millum annað landsbankastjóran koma við ráðum og tilmælum til politikarar um búskaparligu støðuna.

- Ráðini vóru hesi: Eitt tilfeingisgjald á fiskivinnuna er gagnligasta átak, sum føroyskir politikarar kunnu fremja fyri at fáa vøkstur í føroyska búskapin og halda vælferðini á sama stigi sum í dag.

Jógvan Sundstein vísir til Portalin í dag, har útsøgn er frá einum av Føroya raskastu monnum innan fiskivinnuna, Mortani Johannesen, Mortani hjá Andriasi.

- Mortan tosar út frá sínum lívsroyndum, og ikki haldi eg, at hann gleðir seg til at uppliva, at tilfeingisgjald skal leggjast á hansara dagliga vinnuliga virksemi. Nú eri eg ein av teimum sum ynskja, at vøkstur kemur í føroyska búskapin, og eisini ynski eg vælferðina hildna við líka. Hin vegin veit eg eisini, at vinnuligt virksemi er grundarlagið undir skapanini av øllum vælstandi, herundir eisini vøkstrinum av vælstandinum. Vælstandurin er so aftur grundarlagið undir vælferðini.

Jógvan Sundstein vísir á, at definitiónin av vinnuligum virksemi er breið, men ein fundamentalur partur av hesum er framleiðsluvinnan og virðisøking av vørum.

- Eg eri kanska, sum tíðin er liðin, komin eitt sindur burtur frá vanliga dagliga strevinum og teim avgerðum, sum áður skuldu takast, men eg royni kortini at fylgja við, og havi framvegis eitt sindur við vinnulív at gera. Tí gleðir tað meg at hoyra, at eitt slíkt gandatiltak sum tilfeingisgjald skal kunna bjarga føroyska búskapinum, so bæði vøkstur, landskassahall og vælferðin øll njóta gott av hesum.

Jógvan Sundstein biðir tí Sigurd Poulsen, landsbankastjóra, um at útgreina, hvussu hetta gjaldið, sum er ein kostnaður fyri vinnuna, ger, at hon fær betri umstøður, og harvið økir virðiskapanina í landinum.

- Eg skal viðganga, at eg havi mín iva um tiltakið, tí meirkostnaður minkar vanliga um kappingarføri. Men um eg fái eina fullgóða frágreiðing kann tað verða, at eg eisini taki undir við skipanini, sigur Jógvan Sundstein í síni viðmerking.