Tilfeingisgjald

Páll Poulsen


Í hesum mánaðinum hava vit hoyrt eitt nýtt orð, tilfeingisgjald. Onkur hevur fingið ilt av, at fiskiloyvi, eins og onnur loyvi skapa eitt ávíst goodwill í samband við skipasølu.
Um tú selir jørð ber til at lata seyð, maskinur, vitan o. a. sum goodwill. Men tað er lættari sagt enn gjørt, tí skulu fiskiloyvi/rættindi rinda hetta eykagjald, noyðast vit at javnstilla allar vinnugreinar. Eisini tey alment løntu, sum eru eitt sera ríkt tilfeingi.
Skulu tey sum hava skapað søgulig rættindi í fiskivinnuni rinda eyka skatt, so noyðast vit at javnstilla allar partar. T. d. noyðast alment lønt fólk at keypa sær eitt alment starv. Tað er lætt at ímynda sær, at starvsfólk í Svf ella Úf skulu keypa sær hesi, vit kunnu kalla tað »Kringvarpsrættindi«. Um tey røkja hesi størv líka so hegnisliga sum reiðarar, skiparar, maskinmenn og fiskimenn hava rikið skip, so kunnu tey í grundini selja hesi størv víðari við bæði goodwill, lunnindum og stórum vinningi.
Rithøvundar, sum hava troytt almennar grunnar, kunnu altíð fáa útskrivaðar serligar skrividagar, ið kunnu keypast á uppiboði. (Óheftir embætismenn í MMR kunnu standa fyri hesum). Ein sunn kapping hevði verið beinleiðis avleiðing av at javnstilla »tilfeingisgjaldið«, og summi høvdu fyri fyrstu ferð sloppið »til arbeiðis«. Tað er eisini gott fyri fólkaheilsuna, og skattatrýstið kann minka eini 18 til 25%.