Tað finnast politikkarar, ið aldri eru annað enn tað, sum onnur siga at teir skulu vera. Sum aldri fremja annað enn tað, sum onnur ætla, at teir skulu fremja. Í hesum farvatninum liggur møguleikin hjá áhugamálum av øllum handa slag, at skipa sínar ætlanir í verki.
Tað er rættiliga sjálvsagt, at mesta trýstið uttaneftir, á eitt føroyskt ministerium, er í fiskimálaráðnum, tyngstu kapitaláhugamálini í landinum (útlendsku áhugamálini incl.) liggja sum svangir fylgisveinar kring landsstýrismaninn og embætisverkið, og tí ræður um at finna fram skipanir fyri tilfeingisvinnu, soleiðis, at ikki bara hin frekasti fer avstað við øllum.
Skal ikki liggja omaná, at fyrsta tíðin í ráðnum, fyri góðum ári síðani, gekk við at avlúsa ráðið fyri eina ovurtreysta lobby, sum meira ella minni hevði sett seg á landsstýrismannin, ið hevði sitið har frammanundan. Nú tykist søgan at endurtaka seg. Landsstýrismaðurin er bara tað, sum onkur annar sigur at hann skal vera, annars eru hansara dagar taldir. Hevði næstan sagt, at tað kann vera ein vinningur, at vera vrakaður sum ministari, tá gerst klípimegin í korridorunum eftir øllum at døma tað sterkari. Ongin nevndur ongin gloymdur.
Tað gongur nú sum rótasúpan í fiskivinnuumhvørvinum, at Jacob Vestergaard ætlar at luta føroysku svartkjaftakvotuna burtur til nakrar ávísar føroyingar. Í hesi ella í komandi viku. Fólksins ogn skal latast nøkrum fáum fyri onki, og hesaferð eftir einum fiktivum lykli, sum hóskar í krammið hjá sterkastu áhugamálunum. Í hvussu er teimum, sum hava trokast mest í durðagapi hansara. Teimum altíð hugfarsligu vinmonnunum, sum eru so alsjónligir á ymsan hátt í flokshøpi.
Slóðin er sjónlig fyri øllum. Maðurin er bara sleipaður kring um í manesjuni, sum eitt viljaleyst amboð hjá onkrum, sum hann heldur enn fegin gongur til handa, fyri hansara sakir ræður tað bara um, at fáa nøktaða egna fáfongd í einum landsstýrissessi. Sáttmálin við Russland, makrelbýtið í norðurkomponentinum og nú býtið av føroysku svartkjaftakvotuni, siga alt um, hvør ið tað er, sum nú stendur við stýrisvølin í fiskimálaráðnum.
Á Ólavsvøku í fjør segði sosialdemokratiski løgmaður Føroya, í árligu røðuni, sum landsins oddviti flytir fram til sínar landsteknar, at: ”Vit standa við eitt vegamót við stórum avbjóðingum, har tann størsta er at broyta bygnaðin í fiskivinnuni. Samgongan hevur sett sær fyri at fremja eitt siðaskifti í fiskivinnupolitikkinum. Tað verður eitt tað týdningarmesta vinnupolitiska átakið, síðan einahandilin varð avtikin í 1856.”
Seinri í somu røðu segði Jóannes Eidesgaard: ”Skipað verður ein tilfeingisbúð ella ein fiskidagamarknaður, har øll rættindi til tilfeingi hjá landinum skulu handlast frítt, so at øll áhugað hava atgongd til náttúruríkidømið – til fólksins ogn.”
Politiski meirilutin handan omanfyrinevnda politiska setning var tægaður sundur av røðaranum sjálvum miðskeiðis í september. Hesin slapp sær síðani uppí eina samgongu, har fiskivinnupolitikkurin er diametralt hin øvuti av tí framsøknarpolitikki, sum CHE-samgongan hevði sett út í kortið.
Søgurnar, um ætlaða býtið av svartkjaftakvotuni, eru mangar. Okkurt er alment og annað er fyri monnum dult. Løgtingsfólk hava fingið skriv frá áhugamálum, sum kenna seg at vera við sviðið soð í ætlaða býtinum, og fremsti rokskiparin í uppisjóvarvinnuni, í eina fjórðingsøld, hevur verið frammi alment, og tosa Roma beint ímóti. Hetta skalar tó ongan. Fleiri býtislyklar hava verið royndir, hava verið á breddanum, og hvør teirra er meira ørkemlandi enn annar. Argumenterað verður frá eini administrativari og partapolitiskari niðurstøðu og aftureftir, fyri at kabalin skal gerast rímiliga átulig í logikkinum, - um ikki annað.
Ídnaðartrolararnir, ið vóru keyptir út við almennum fæi, fyri meira enn tíggju árum síðani, verða nú vektaðir innaftur í býtið við fullari megi, og fiflað verður somikið við tíðarhvarvinum, at rættvísið er ein býur í Kina, skal svartkjaftakvotan lutast út til einstaklingar ella feløg yvirhøvur. Her verður bara býtt, alt eftir hvussu nær tú stendur landsstýrismannium, og illar tungur vilja vera við, at tað hartil kann vera gevandi, at sita lørini av á embætisverkinum. Vónandi er hetta ikki so, men kanska skuldi hesin óttin verið kannaður til botns, tí umsiting av fólksins ognum skal fremjast eftir objektivum kriterium og ikki eftir megini og treystinum hjá teimum, sum hava hug og stundir at brúka sína tíð í korridorunum í stjórnarskrivstovunum á Hálsi í høvuðsstaðnum. Løgmaður, sum lítið annað hevur fyri hendurnar, kundi kanska tikið seg saman og funnið útav, um illu tungurnar bara hava ávegis rætt í tí, sum junglutrummurnar nú eru farnar at leika um.
Tú ein lítlan og eg ein stóran. Hetta gjørdist alternativið, sum Javnaðarflokkurin smeyg sær uppí. Lítið hoyrist frá teimum. Merkiliga kúrrir hesir sveinarnir, nú endaspurturin hjá Vestergaard og hansara áhugamálum er farin í gongd. Nakað av rumbli var tó um málið, stutt eftir ársskiftið, og tá skrivaði tingmanning Javnaðarfloksins soleiðis í brævi til ”Felagið Nótaskip: ”Vísandi til bræv tykkara, sum er sent politisku flokkunum, takkar tingmanning Javnaðarfloksins fyri kunningina um fyribilsbýtið av svartkjaftakvotunum. Eins og tit, undrast vit stórliga á, at skip, ið ikki fiska svartkjaft, fáa tillutað svartkjaftakvotu. Við hesum leggur landsstýrismaðurin beinleiðis upp til at gera kvotur, sum almennu Føroyar hava samráðst seg til, til handilsvøru hjá einstaklingum. Nú Russland samráddi seg til 70% av føroysku svartkjaftakvotuni, og so mikið minni er eftir at býta okkara millum, er tað uppaftur meira ófatiligt, at tikið verður frá teimum, sum veruliga royna eftir svartkjafti, meðan aðrir koma at liggja oman á tilfeinginum til møguliga sølu. Hetta stríðir beinleiðis ímóti andanum í okkara fiskivinnulóggávu. Fyri Javnaðarflokkin ber hetta boð um, at ferð nú má setast á arbeiðið at broyta okkara fiskivinnuskipan.”
Sagt verður, at býtt verður ídag ella fyrst í komandi viku. Ein landsstýrismaður sleppur einsamallur, saman við sínum kammesjukkum sjálvandi, at luta út fólksins ognir í endaligar eginkvotur. Ikki so frægt, at tað grælar úr Javnaðarflokkinum, sum segði seg hava so stórar ætlanir á fiskivinnuøkinum, fyri góðum hálvum ári síðan. Hevði bara minsta vet av skili og rættleika verið í býtinum, kundi ein hálvgum skilt sosialdemokratarnar, men at grádigheitin eftir valdi so púrasta hevur blindað politiska sjónarring teirra, soleiðis, at ætlaði gávuhýrurin hjá Vestergaard sleppur at folda seg út uttan andsvar yvirhøvur, er eitt sera tragiskt fyribrigdi, í hvussu er fyri samfelagið.
Ætlaða Tilfeingisbúðin, sum vit brúktu nógvan politiskan kapital fyri at fáa Javnaðarflokkin at skilja, hildu vit i hvussu er, og síðani at góðtaka, er nú enda í eini Gávubúð, har Fólkaflokkurin og teirra kumpanar ála Javnaðarflokkin sundur til ókenniligheit. Nú upptraðka teir sum vældresseraðir dinosaurar í sjónleikarhúsinum hjá radikalu sjálvstýrarunum, fáa eitt slag í afturpartin viðhvørt, táið tað knípur við at ganga í takt, og eftir er bara endurstaðfestingin, at summi eru bara tað, sum onnur vilja hava tey at vera. Kanska geri eg Javnaðarflokinum órætt, tað kann nú vera, at flokkurin hevur misskilt málið um Tilfeingisbúðina, og óætlaða sannføringin gjørdist, at tað var flokkurin sjálvur, sum skuldi seljast á einum politiskum rættindamarknaði.
Ongin orsøk er til at býta svartkjaftakvotuna í eginkvotur, tað finnast aðrar acceptablar loysnir, og hetta skiftið í fiskivinnupolitikkinum, frá tilfeingisbúð til gávubúð, skal ikki spæla stillisliga av í døgunum sum koma, skal eg til endans heilsa landsstýrismanninum, áðrenn hann setir seg at avreiða fólksins ognir við fjøðurpenninum, skreytbløðunum og blanko-kekkinum frá Javnaðarflokkinum.