Á bygdum í Føroyum eru ikki altíð so nógvir møguleikar at koma á arbeiðsmarknaðin, kanska serliga hjá kvinnum. Skal nakar hugsingur um útjaðaramenning vera, so má tryggjast, at arbeiðspláss í fiskivinnuni verða varðveitt á landi og ikki flyta framleiðsluna umborð á skipini, so sum eitt nú Fiskimannafelagið mælir til. Trupulleikin í fiskivinnnuni er millum annað ein yvirkapacitetur. Verður framleiðslan frá fiski á landgrunninum flutt umborð á skipini, so fer at standa heilt illa til á teimum plássum, ið serliga eru knýtt at fiskaframleiðslu á landi ? eitt nú Suðuroyggin.
Tað er ein ikki sørt framligur hugburður, ið liggur aftan fyri boðskapin um at royna at fáa framleiðslu umborð á skipini, ið royna á landgrunninum. Hevði tað verið soleiðis, at tilfeingið var ogn hjá teimum reiðarum, ið høvdu fiskiloyvi á landgrunninum, so hevði skil verið í tankangongdini, men tað er nú einaferð ikki soleiðis. Tilfeingið er ogn Føroya fólks, og tí er tað heilt náttúrligt, at hettar tilfeingið er við til at skapa arbeiðspláss á landi. Vit hava sagt tað fyrr her í blaðnum, at um núverandi loyvishavarar ikki megna uppgávuna, so mugu aðrir sleppa framat. At summir í serligum førum framleiða umborð, har talan er um serliga framleiðslu, er sjálvsagt ikki tað, vit her finnast at. Tað kann ikki vera ein spurningur um antin ella men um bæði og.
Valið er ímillum at hava eitt fiskiveiðusamfelag ella at hava eitt fiskiídnaðarsamfelag. Tað fyrra hava vit roynt, og eru mangan komin út á djúpt vatn - ein hóskandi metaforur - vegna stuttskygni í vinnuni og hjá myndugelikunum. Eitt fiskiídnaðarsamfelag er eitt samfelag, har man hevur eitt vælvirkandi framleiðslulið á landi, og megnar at fáa eina javnari gongd í búskapinum, samstundis sum útjaðaranum verður lív lagað ígjøgnum møguleikar at framleiða fiskavørur á landi.
Verður tað, sum Fiskimannafelagið skjýtur upp, og skal tað takast bókstaviligt, so er deyðin í durinum hjá føroyska útjaðaranum. Eitt føroyskt húsarhald í dag má helst hava tvær inntøkur at forrenta hús og annað við. Hvørjir møguleikar hava eitt nú ófaglærd í útjaðaranum, um fiskivinna á landi verður avskaffað? Er tað moralskt rætt, at teir, ið frá øllum Føroya fólki hava fingið rætt til at royna á landgrunninum, fara at framleiða alt umborð?
Hettar mál er eitt álvarsmál, og tað er skilligt, at Fiskimannafelagið nevnir trupulleikan við rentabiliteti í vinnuni, hóast tað eru ymsar meiningar um loysnina á hesum. Vónandi verður hettar eitt mál, ið nógv fer at vera tosað um í komandi ári. Tað skal vera okkara vón fyri tað nýggja árið, at myndugleikar, vinnulív og fakfeløg bæði a landi og sjógvi tosa um hesi ting og semjast um eina skilagóða loysn, ið tryggjar arbeiðspláss á sjógvi og landi. Útjaðaramenning verður ikki lív lagað, um ikki arbeiðstilboð eru til taks - eisini innan fiskivinnu á landi.