Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, finst í morgun at tilbúgvingarstøðinum í Skálafjarðartunlinum. Hann vísir á, at tað verða kommunurnar við tunilsmunnarnar, sum standa eftir við svartaperi, tá tað snýr seg um trygdina hjá teimum ferðandi í tunlinum.
– Talan er als ikki um ein vanligan tunnil. Talan er um ein sera langan tunnil við tungari ferðslu og rundkoyring. Hetta setir strong krøv til trygd og bjarging. Kommunurnar vita ikki, um tær skulu fylgja vánaligum norskum fyriskipanum, onkrum hissini EU-direktivi um tunnilstrygd, ella um innlendismálaráðið smíðar sínar heilt egnu reglur um tunnilstrygdina. Tað einasta vit vita er, at kommunurnar báðumegin tunnilin helst koma at standa eftir við trupulleikanum og rokningini, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir eisini á, at tað er ikki so frægt, at nøkur krøv eru galdandi í Føroyum, ið myndugleikarnir kunnu halda seg til. Ella sagt við øðrum orðum, so vil landsstýrismaðurin hava frítt slag at loyva tað, sum honum ella tunnilseigaranum passar best.
– Og tað verður neyvan tann tryggasta, men heldur tann bíligasta trygdarloysnin, við tí lægst møguliga trygdarstøðinum sigur hann.
Borgarstjórin í høvuðsstaðnum heldur, at minstakravið er, at kommunalu byggimyndugleikarnir og tilbúgvingarmyndugleikarnir fáa at vita, hvat trygdarstig innlendismálaráðið ætlar at galda fyri henda tunnilin. Tað má vera so, at tey sum fara inn í tunnilin, kunnu hava álit á, at tunnilstrygdin er væl frágingin og í góðum hondum. Álvarssomu tunnilsvanlukkurnar og eldsbrunarnir sum hava verið í bæði norskum og europeiskum tunnlum seinastu árini, kunnu vit ikki at góðtaka.
– Men viðvíkjandi trygdarviðurskiftunum í tunlinum undir Tangafirði fær ongin nakað at vita frá innlendismálaráðnum.
– Vit vita væl, at onki prosjekt er gjørt enn, men tað hevði nú verið snilt at fingið at vita, eftir hvørjum reglum arbeiðast skal og hvørjar treytir verða galdandi. Ikki minst tá sáttmálin landsstýrismaðurin hevur gjørt við donsku tunnilseigararnar er so loyniligur, at ongin kann sleppa at síggja hann, og at ongin tí veit hvat er avtalað um trygdarviðurskifti og tilbúgving. Tí hetta verða ikki smávegis krøv – og treytirnar vera tær somu báðumegin tunnilin, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at tað verða borgararnir í teimum respektivu kommununum standa eftir við allari rokningini. IKKI innlendismálaráðið og IKKI privata felagið, sum skal eiga og reka tunnilin – men einans skattaborgararnir í Suðureysturoy og Suðurstreymoy.
– Jú, tað er lætt hjá innlendismálaráðharranum at lóggeva um »other peoples money«, sigur Heðin Mortensen.
Lesið viðmerkingina hjá Heðin Mortensen í fullum líki VIÐ AT TRÝSTA HER