Norski reiðarin John Fredriksen, sum hevur búð uttanlands í fleiri ár, boðaði í fjør frá, at hann ætlaði sær at flyta aftur til Noregs at búgva. Hetta varð kortini av ongum, tí John Fredriksen helt, at hann skuldi gjalda alt ov nógvan skatt, flutti hann heimaftur.
Reiðarin sigst eiga umleið 35 milliardir norskar krónur, og vil hann sleppa undan at gjalda skatt av ognini, kann hann velja at flyta til okkurt annað land. Aftenposten skrivar, at John Fredriksen hevur fingið tilboð úr fleiri londum, sum fegin vilja hýsa honum, og sum eru til reiðar at geva honum skattafrælsi. Millum londini eru Kanada og Niðurlond.
Norskir politikarar vilja ikki gera eina skattalóg, sum einans skal koma teimum ríkastu til góðar.