Tilboð um listabústað

Listafólk úr Havn kunnu nú fáa ókeypis arbeiðsnáir eitt avmarkað tíðarskeið í Villa Bergshyddan í Stockholm


Høvundar, sjónleikarar, journalistar og onnur fólk úr Havn, sum í breiðari merking fáast við mentan fáa nú høvi at gista eina til tvær vikur á listabústaðinum Villa Bergshyddan í Stockholm.

Tíðarskeiðið, gistast kann, er frá apríl til og við september. Pláss er fyri tveimum vaksnum og tveimum børnum.

Tilboðið er komið í lag á norðurlendskum høvuðsstaðarfundi í Oslo, har leiðarin á mentamáladeildini, Jákup Simonsen, umboðaði Tórshavnar kommunu. 



Fakta

Nærri upplýsingar um gisting á Villa Bergshyddan fáast við at venda sær til:


Stockholms kulturförvaltning

Nordiskt kultursamarbete

Yvonne Boulogner

Box 16113

SE 103 22 Stockholm

Telefon +46 8 508 31940

yvonne.boulogner@kultur.stockholm.se


Søkjast skal til adressuna innan 1. februar 2009.