Tað verður nú munandi bíligari at vera áskoðari hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti. Á heimasíðuni sigur FSF, at landsliðsnevndin hevur gjørt av, at prísurin fyri vaksin til dystin móti Serbia tann 10. juni verður 150 krónur, og at børn bert skulu rinda 20 krónur. Dysturin móti Serbia verðru samstundis fyrsti dysturin hjá Brian Kerr sum føroyskum landsliðsvenjara.