Tilboðini til størstu útstykking í Føroyum nakrantíð eru nú latin upp. Útstykkingin í Hoyvíkshaganum-suður varð í fjør latin býráðnum, og varð arbeiðið tá bjóðað alment út. Nú eru tilboðini komin inn, og fer verkfrøðingastovan hjá Magnus Paula Gaard nú at hyggja nærri eftir teimum.
? Tað lægsta boðið var 27,5 milliónir, meðan tað hægsta var slakar 40 milliónir krónur, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri.
? Nú gjøgnumgongur verkfrøðingastovan tilboðini, og tilmæli verður síðani latið býráðnum um, hvat tilboð vit skulu velja.
Tað er rættiliga vanligt, at lægsta tilboðið verður valt, alt eftir um tað lýkur øll krøv.
? Nú verður hugt eftir, hvørt útbjóðararnir hava givið okkum eitt realistiskt tilboð og um teir klára at yvirhalda alt tað teir skulu. Tað verið seg tíðarætlan og annað.
Tey seks feløgini, ið hava givið eitt tilboð eru: P/F J&K Petersen og P/F Byggitek ? 27,5 milliónir, P/F H.V. Lützen ? 29,7 milliónir, P/F Articon ? 29, 8 milliónir, Sp/f JKH Entreprenørar ? 30,3 milliónir, M.T. Højgaard ? 39,7 milliónir og P/F Guttesen & Staksberg ? 40 milliónir krónur.
Harafturat høvdu Articon og M.T Højgaard givið eitt sokallað alternativt tilboð.
Arbeiðið umfatar útstykking til 175 sethús og samanbygd hús. Nær útstykkingin fer ígongd er ikki greitt enn.