Tað er fleiri ferðir komið fyri, at alt ov lág tilboð verða latin fyri at fáa umvælingararbeiði hjá Strandferðsluni.
Hetta sigur leiðslan á Strandfaraskipum Landsins, sum í gjár almannagjørdi eitt skriv um útbjóðingar hjá Strandferðsluni.
Reidar Nónfjall, stjóri, og Magnus Magnussen, tekniskur leiðari, hava orðað skrivið, sum er gjørt eftir at kjak hevur verið um ymisk umvælingararbeiði hjá Strandferðsluni.
Teir siga, at royndirnar av at bjóða út umvælingararbeiði hjá Strandferðsluni eru ymiskar og ikki bara góðar.
Nógv dýrari
Leiðslan á Strandferðsluni tekur fram dømi um umvæling av Másanum, sum varð gjørt í 1998.
Tilboðið upp á arbeiðið var 300.000 krónur, men tá arbeiðið var liðugt, ljóðaði rokningin upp á 1,2 milliónir.
-Tað er ógjørligt at gera eina kostnaðarmeting og geva bindandi tilboð upp á størri arbeiði, og serliga ikki um talan er um eldri skip, siga Reidar Nónfjall og Magnus Magnussen í skrivinum.
- Másin er eitt dømi um, at tað í fleiri førðum verða senda ov lág tilboð fyri at fáa arbeiði. Ella er tað heilt einfalt ikki gjørligt at geva tilboð, uttan at alt verður tikið sundir, so at týðuliga sæst, hvat tað er, sum tilboð verður givið uppá.
Ógrundað ónøgd
Leiðslan á Strandferðsluni heldur, at ónøgdin við Strandferðsluna, tá talan er um umvælingararbeiði, er ógrundað.
Viðurskiftini í Føroyum gera, at stundum er lítil kapping, tí feløgini eru fá, og øll hava til dømis ikki somu møguleikar at taka skip upp.
Reidar Nónfjall og Magnus Magnussen siga, at ætlanin við teirra skrivi er at koma við einum ískoyti til kjakið um útbjóðingar og umvælingararbeiði hjá Strandferðsluni.