- Myndugleikarnir eiga at stimbra menningina av vørum og tænastum kring landið. Heldur enn at taka gjøld eiga vit at hava tilboð at bjóða ferðafólkunum, sum vit kunnu taka pening fyri. Stundum verður nevnt, at tað er torført at fáa fígging til íløgur, ið liggja í útjaðaranum, samstundis sum tað er har, at størsti tørvurin er á tilboðum at bjóða ferðafólkunum. Tað er møguligt, at ein vinnuframaskipan hevði hjálpt upp á hesa støðu.
Soleiðis skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag í nýggju ársfrágreiðingi hjá felagnum, nú aðalfundur var í felagnum í síðstu. Í ársfrágreiðingini eru fleiri síður settar av til at viðgera ferðavinnuna her á landi og boðskapurin hjá arbeisðgevarunum tykist at vera greiður. Um man ynskir at menna nýggju vinnuna, so muga fleiri tilboð skapast, meðan man má vera ansin við at áseta ov nógv gjøld.
Víst verður millum annað á, at ætlanin hjá Samferðslumálaráðnum at hækka ferðaseðlaprísir fyri útlendingar, kann hava tí óhepnu avleiðing, at ferðafólk velja útoyggjarnar frá. Í staðin verður mælt til at gera eina avsláttarskipan til tey fastbúgvandi.
Harumframt verður víst á týdningin av, at landið skipar ferðavinnuna eftir einum leisti og heldur seg til hann.
- Tað er týdningarmikið, at ferðavinnupolitikkurin hjá landinum peikar ein veg og ikki í nógvar ymsar ættir. Annaðhvørt er ynskið, at ferðafólkini skulu spjaðast kring landið, soleiðis at so nógv øki í landinum sum gjørligt kenna ágóðarnar av ferðavinnuni við øktum vøkstri, fleiri starvsmøguleikum, øktum virksemi og fleiri tænastuveitingum, ella falla vit fyri freistingini at hækka prísirnir og leggja gjøld á, soleiðis at vit fáa so nógvan pening sum gjørligt burturúr hvørjum einstakum ferðandi og harvið missa kappingarførið, skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Í frágreiðingini verður dentur eisini lagdur á, at ferðavinnan kann gerast ein týðandi partur av føroyska búskapinum, um rætt verður farið fram.
- Ferðavinnan eigur at verða ein ágóði fyri okkum øll, og verður rætt farið fram, kann hon gerast ein týðandi súla undir føroyska búskapinum. Ferðavinnan, sum hevur tað sereyðkenni, at hon hevur øðrvísi búskaparlig sveiggj enn eitt nú fiskiog alivinnan. Søguliga hava Føroyar einamest verið tengdar at fiskivinnuni, og grundarlagið undir føroyska búskapinum er framvegis viðbrekið. Tí hava vit sum samfelag skyldu til at stuðla undir aðrar vinnur, sum kunnu geva eitt munagott íkast til búskapin og vera við til at tryggja búskaparligt støðufesti í Føroyum, skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag.