Tilbúgvingarætlan klár 1. juni 2006

Fyrstu stigini eru tikin til eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar í sambandi við eina møguliga influensu heimsfarsótt

- Í sambandi við, at vit í Føroyum fyrireika okkum til eina møguliga influensuheimsfarsótt, hava vit eins og okkara grannalond tørv á einari tilbúgvingarætlan á økinum.

- Tað týdningarmesta í eini tílíkari ætlan er at tryggja tað neyðuga koppingarevnið. Á hesum økinum eru føroysku heilsumyndugleikarnir væl fyrireikaðir og í tøttum samstarvi við okkara Norðanlond.

Tað eru tó eisini aðrir partar, ið skulu koma upp á pláss í eini tilbúgvingarætlan, sum t. d. greiðar mannagongdir viðvíkjandi kunning, viðgerðarháttir, antibiotikaviðgerð, isolatión, sóttverjufyriskipanir v. m. Í hesum sambandi skipaði Almanna- og heilsumálaráðið í síðstu viku fyri einum innanhýsis fundi í hesum sambandi.

Niðurstøðan á fundinum varð, at tørvur er á at seta ein arbeiðsbólk við fakfólki til at gera eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar í sambandi við eina møguliga influensu heimsfarsótt.

Arbeiðsbólkurin skal verða liðugur við eina tílíka tilbúgvingarætlan í seinasta lagi tann 1. juni 2006.

Víst verður annars til heimasíðurnar hjá ávíkavist Almanna- og heilsumálaráðnum: www.ahr.fo og Apotekinum: www.apotek.fo.