Tilbúgving undir sjóneykuna í Klaksvík

Fríggjadagin í næstu viku skipar Norðoya Bjargingarfelag fyri temadegi um tilbúgving í Norðoyggjum

Tað verður mangt og hvat á skránni, tá ið Norðoya Bjargingarfelag setir sjóneykuna á tilbúgvingina í Norðoyggjum. Hetta verður gjørt í KÍ-høllini fríggjakvøldið í næstu viku.
Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, fer at seta kvøldið, og Bjørn Kalsø, sum er landsstýrismaður við fiskivinnumálum, fer eisini at røða ? hann hevur tilbúgving sum sítt málsøki í almennu umsitingini.
Borgarstjórin á Flateyri í Íslandi, Haldór Haldansson, fer at tosa um tilbúgving í sambandi við skriður og omanlop, og Christian Maschmann, lækni, fer at tosa um sína verkætlan við læknaambulansu í Klaksvík.

Nýggjur filmur sýndur
Karl Johansen, politistur, fer at umboða løgreglu, brandlið, sjúkrahús og onnur, tá ið hann tosar um tilbúgvingina í Norðoyggjum.
Ein nýggjur stuttfilmur, sum Norðoya Bjargingarfelag hevur gjørt í samstarvi við Tekniska skúla í Klaksvík, verður frumsýndur.
Umframt røðarnar ber eisini til at síggja ymiska útgerð og at seta fólki, sum starvast innan tilbúgvingina, spurningar.
Tiltakið byrjar fríggjakvøldið klokkan 19.00, og tað er ókeypis.