Til vildar øllum kann eingin gera

Oddagrein

Mikukvøldið verður avgjørt, hvørji valevni Javnaðarflokkurin fer at stilla upp til løgtingsvalið í Suðurstreymoy. Helena Dam á Neystabø hevur meldað seg inn í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag við tí fyri eyga at koma á listan hjá flokkinum. Hon, sum ein og hvør annar føroyingur er ivaleyst vælkomin sum limur í Javnaðarflokkinum. Um hinir limirnir so vilja stilla hana upp til løgtingsval, er so ein annar spurningur, ið Suðurstreymoyar Javnaðarfelag kemur at avgera.

Ein persónur, ið hevur verið formaður í øðrum flokki, og sum í sínum politiska virksemi hevur sína ábyrgd av, at Javnaðarflokkurin er hildin uttan fyri politiska ávirkan í fleiri ár, skapar eitt sindur av kjaki. Sjálvstýrisflokkurin flutti seg nógv longur burtur frá Javnaðarflokkinum, tá Helena tók við formanssessinum eftir Asbjørn Joensen sála. Var tað ikki hon, ið sleit samgonguna við Javnaðarflokkin í 94? Hvør minnist ikki eisini, hvussu Sámal Petur í Grund týggjaði sær í Tinganesi við Helenu sum floksformanni.

Tað er tí einki annað enn náttúrligt, at um somu tíð sum tað eru tey, ið síggja tað sum eina styrki at fáa Helenu á listan, eru tað eisini tey, sum meta hetta sum ein veikleika.

Er tað so, at ónøgdin millum javnaðarfólk er so stór við, at persónur, ið tók seg úr flokkinum á sinni, nú vil sleppa inn aftur frá degi til dags, er greitt, at Javnaðarflokkurin hevur ein trupulleika.

Tað er positivt, at Helena sigur seg taka undir við politikki Javnaðarfloksins, men vit loyva okkum at ivast í, um útmeldingarnar hjá henni eru nóg greiðar. Tað er nevniliga eingin loyna, at hon stuðlaði fullveldislinjuni hjá Tjóðveldisflokkinum, sum so eisini gjørdi, at nógvir av gomlu sjálvstýrisveljarunum vendu flokki sínum bakið.

Er tað ikki eitt sindur hálvhjartað, tá hon sigur, at hon vildi hava blokkniðurskurðin til 300 mill. kr. heldur enn tær 360, ið samgongan samtykti, tá hon veit, at Javnaðarflokkurin hevur gjørt greitt, at samfelagið ikki toldi, at blokkurin bleiv lækkaður við meira enn 100 mill. kr! Vit eiga ikki at undirmeta hesar 200 millimónirnar, sum uttan mun til hvussu tíðirnar vera koma at merkja fíggjarlógirnar framyvir.

Helena Dam á Neystabø hevur, sum øll onnur, loyvi til at broyta meining, men hon má skapa størri trúvirði um seg sjálvan í hesum sambandi. Tað hevur hon nú møguleika fyri at gera alment. Okkara bestu ráð til Helenu eru í nógv størri mun at leggja sjógv til ta víðgongdu fullveldislinjuna og liberlistisku kósina hjá samgonguni.

Um mótstøðan móti hennara kandidaturi eftir eina slíka sjálvrannsakan kortini er ov stór, so átti Helena Dam á Neystabø kanska at umhugsað støðuna. Tað eru bert fýra ár til næsta val. Óansæð, hvat Suðurstreymoyar Javnaðarfelag avger mikukvøldið, so verða fólk misnøgd, men tað skal vera okkara vón, at ein slík avgerð verður vird av øllum pørtum, so Javnaðarflokkurin kann fara í valstríðið sum ein maður.