Løgmaður hevur í morgun boðað frá, at samgongan heldur fram við Sjálvstýriusflokkinum sum stuðulsflokki Í tíðindaskrivi staðfestir løgmaður, at ikki bar til at breiðka samgonguna við øðrum av størru andstøðuflokkunum.
»Afturmeldingarnar frá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum eru nú alment fráboðaðar. Hesar eru rættiliga greiðar og avgjørdar, tí báðir flokkar ynskja heilt nýggjar samráðingar, har verandi samgonga verður upployst og byrjað verður frá botni av. Talan verður sostatt ikki um beinleiðis at breiðka verandi grundarlag«, sigur løgmaðurí tíðindaskrivinum.
Løgmaður heldur fram:
»Minnilutasamgonga er eitt nýbrot í føroyskum politikki, og tí fer samgongan saman við Sjálvstýrisflokkinum at leggja alla okkara orku í at fáa framt áleikandi politisk mál, sum vónandi fara at prógva, at vit ikki bert náa úrslitum, men vónandi eisini fáa støðug politisk viðurskifti«.
Ein avleiðing er, at nevndirnar skulu veljast av nýggjum, og enn er ikki greitt, hvørja støðu Gerhard Lognberg og Heini O. Heinesen taka til valbólk í hesum sambandi.