Til Vágs at svimja

Trý svimjifeløg úr Eysturoy, Flot á Toftum, Skeggjar úr Gøtu og Fuglafjarða Svimjifelag, eru í vikuskiftinum í Vági, har tey taka lut í stóru SUM-svimjikappingini, sum byrjaði longu í gjárkvøldið og endar sunnudagin.

SVIMJING

Thomas Kjelnæs í Rituvík, sum er næstformaður í nevndini í Flot, stakk inn á gólvið á Eysturoyarredaktiónini fríggjamorgunin at bera okkum hesi tíðindi.

Hann sigur, at kappingin í Vági verður skipað fyri árgangirnar 91-93, bæði fyri gentur og dreingir.
? Vit fara suður til Vágs við 16 svimjarum úr Floti, sigur hann.

Svimjarar úr øllum landinum
Thomas væntar annars, at svimjarar úr flest øllum svimjifeløgum í landinum verða við í SUM-kappingini í Vági.

Kappingin verður skipað í fleiri greinum, og medaljur verða handaðar teimum, sum fáa tey bestu úrslitini.

Thomas vísir á, at svimjing er vetrarítrótt, og vanliga eru tær fyrstu grand prix-kappingarnar tíðliga um heystið. Síðan eru fleiri kappingar um veturin og út á várið, og hetta er so ein av øllum.
? Svimjiárið endar um nakrar vikur, og seinasta tiltakið á skránni hjá Svimjisambandi

Føroya er FM í øllum aldursbólkum.
Thomas Kjelnæs fegnast um, at svimjing er vorðin ein av ítróttargreinunum í Eysturoynni.
? Flot á Toftum hevur eftirhondini nøkur ár á baki, og vit hava megnað at verið við í kappingunum um medaljurnar, sigur hann.