Til útisetar í Keypmannahavn: Skarv vísir KÍ í kvøld

Útisetar í Keypmannahavn kunnu aftur í kvøld síggja KÍ í føroysku útisetabarrini Skarv.

Føroyska barrin Skarv í Keypmannahavn vísir avgerandi returdystin í kvøld millum FC Sheriff Tiraspol og KÍ beinleiðis úr Moldova.

 

Dysturin byrjar klokkan 19 danska tíð, og hann verður vístur á trimum stórskíggjum í Skarv.

 

Heimadysturin á Tórsvølli endaði 1-1, og talan er um play-off dyst til Europa League bólkaspælið í ár.

 

Dyrnar lata upp ein tíma áðrenn dystin við Einar´s durasnapsi.

 

##med2##