Hans Sørensen, Listi C
???
Hesi seinastu 3 árini er mín áhugi innan kappróðrarfelagið FSR bara øktur og stórtrívist eg har. Vit í nevndini hava samráðst við kommununa um eitt nýtt neyst, tí vit meta, at kommunan hevur forkomið okkum framtíðarmøguleikarnar har. Mín dreymur er fyrst og fremst, at FSR aftur skal teljast millum tey sterkastu kappróðrarfeløgini í Føroyum. Hetta kann gerast við, at vit m.a. byggja eitt mentanarhús, har FSR hevur alla ta niðastu hæddina fyri seg til sítt virksemið, og ovara hæddin kundi verið nýtt til ungdómin o.a.; her hugsi eg serliga um bólkin 18 ár og yngri. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at eg eri ikki glaður fyri tey tilhaldstøð, sum ungdómurin nú heldur til (tey hava nevniliga einki). Eitt sovorði hús kostar ikki kommununi nógv við teimum fíggingarmøguleikum, sum vit áður hava víst á. Vit kunnu fáa upp til ein triðing av stuðli úr Føroya Mentanargrunni og so kunnu kommunan og FSR átaka sær restina av kostnaðinum. Hetta hevði frøtt tey, sum eru yvir 18 ár, so tey kundu havt TB-húsið fyri seg (aldursmark). Tey yngru høvdu sostatt kunn-að hugnað sær í hesum nýggja húsi, har alkoholnýtsla bleiv totalt bannað. Kappróðrarfelagið tekur gleðiliga ímóti hesum ungdómi. Eisini kundi hetta hús verðið brúkt bæði til mentanartiltøk, pensionistafeløg, dansifeløg og nógv annað. Húsið kundi staðið við síðunar av Poul Hansen, heilsøluni, har veldigir møguleikar eru. Hetta er mín stóri dreymur, sum eg vóni gongur upp, um eg so komi í býðráðið ella ikki. Omanfyri nevnda, og framtíðina hjá ungdóminum annars, kann einans tú, sum fert á val 9. nov, av-gera. Gott val.