Til Tvøroyrar eru øll vælkomin!

Javnaðarflokkurin hevur altíð havt nøkur virðir í samfelagnum, sum okur hava prioriterað sera frammaliga

Tað eru tey sosialu og menniskansligu virðini, virðini fyri hvørjum einstøkum borgara.

Okur hava sæð stór framstig í Tvøroyrar Kommunu tey seinastu fýra árini.

Eitt tað størsta er ústykkingin í Heiðatrøðini, og fer hetta at gera møguleikan hjá fólki at keypa sær grundstykki í einum náttúruvøkrum umráði. Økið er barnavinarligt, tí her verður lítil ferðsla, blindvegur er, so her kunnu ungar familjur við børnum seta búgv í tryggum umhvørvi.

Afturat hesum er økið sett av, har okur ætla at byggja senioríbúðir og íbúðir við góðum atkomumøguleikum til m.a. fólk við skerdum førleika. Her verður hugsað um tann íbúðarpakkan, sum landstýrismaðurin í almanna/heilsumálum fer at leggja fram.

Hetta eru ikki bert tankar, men handlingar, sum fara at geva tilkomnum/eldri fólkum møguleikan at flyta í eina minni íbúð, tá ið hús teirra verða ov tung at halda. Eisini verður atlit tikið til at trivnaðarøki er á staðnum við ymiskum hentleikum, bæði til gamans og álvara.

Onnur mál, sum m.a. eru nádd á sosiala økinum hetta valskeiðið:

Sosial deild sett á stovn.

Samstarv um barnaverndartænasta við Sumbiar,- Hovs,-Fámjins.- og Hvalbiar kommunu. (Vágur og Porkeri hava tikið seg burturúr samstarvinum.)

Samstarv fingið í lag við kommunurnar í Sumba, Hovi, Fámjin og Hvalba um sosiala deild.

Sambýlið tikið í brúk til gleði fyri búðfólk og starvsfólk.

Kommunan er við í NSR-tænastuni.

Mattænasta til pensionistar.

Umsorganartænasta.

Lektiucafé.

Ungdómshús.

Frítíðarskúlin er víðkaður frá 24 plássum til 40 pláss.

Barnatannarøkt sett í verk.

Systkinafrádráttur er farin at virka , fyri at nevna nøkur dømi!

Men jeg eri ikki ferdigur.

Visiónirnar eru: Eldrasentur, vitjanartænasta, serstovnur, stuðulsstovnur, nýggj spælistova, bert fyri at nevna nøkur innan sosiala økið.

Okra endamál er: at tað skal verða gott at búgva í Tvøroyrar Kommunu.

Vel rætt!

Vel Jens Johannesen, javnaðarlistin C