Sue Philbrow, 650 Toftir
????????????????????
Eg havi bæði í útvarpi og bløðum hoyrt fleiri úttalilsir viðvíkjandi vernd av arbeiðsplássum vegna limir tykkara, altso teir føroysku limirnar. Uttan at kasta meg út í kjakið hvørt útlendingarnir í Føroyum eru ov nógvir ella ei, so haldi eg at her er okkurt, ið treingir til at verða víst á.
Rættið meg, um eg fari skeiv, men er tað ikki soleiðis, at útlendsk tímalønt arbeiðsfólk eisini verða noydd til at gerast limir í arbeiðarafelagnum, og at betala limagjald fyri tað, altso eru útlendingarnir ikki fult rindandi limir í feløgunum við harav fylgjandi rættindum eins og føroyingar? Og áttu tit ikki at arbeitt fyri hesar útlendingar júst sum tit arbeiða fyri føroyingar? Er tað ikki vandi fyri, at tit diskriminera millum limirnar? Stendur tað skrivað í fak-felagsviðtøkunum ella reglunum, at føroysk arbeiðsfólk hava rættindi fram um útlendsk arbeiðsfólk?
Í og við at útlendingar mugu gjalda fyri at vera í fakfelag eins og øll onnur, so hava tit í veruleikanum bara eitt val, nevniliga: at arbeiða uttan mismun fyri rættindunum hjá øllum tykkara limum.
Eg nevni hetta nú, áðrenn hetta mál tekur dik á seg, og verður atvold til at eitt órættvísi verður framt.