Til Týsklands at landa sild

Finnur Fríði er á veg til týsku oynna Rügen, har teir skulu landa 1.400 tons av sild til matna. Finnur Fríði fór at sigla seinnapartin í gjár, men teinurin er langur, so tað tekur einar fýra dagar sigla. Men sambært heimasíðuni hjá reiðarínum er prísurin so mikið góður, at tað loysir seg.

Felagið Euro-Baltic, sum hevur keypt sildina hjá Finni Fríða, hevur eina nýmótans verksmiðju við bryggjuna í Sassnitz-Mukran í Rügen. Skipið Ruth í Hirtshals, sum føroyingar eiga, landar regluliga har.