Mikkalina Norðberg
?????
Trivnaðarstjórin hjá Tórshavnar kommunu sigur í lesarabrævi í seinastu viku við Dagstovnin í Hoyvík m.a.:
?At barnagarðsaldurin ikki er niðursettur frá 3 1/2 til 2 1/2, men bert 3 mánaðir.
?At kommunan vil rinda tað, tað kostar, at byggja og reka ein góðan dagstovn.
?At kommunan framhaldandi vil tryggja børnum, foreldrum og starvsfólkum eina vælvirkandi barnaansing-arskipan, sum skapar trivnað og menning.
Eisini sigur trivnaðar-stjórin, at vit í Havnini hava betri starvsfólkanormering á dagstovnunum enn fleiri av okkara grannalondum. Hetta er ikki eitt nøktandi fakligt argument í sær sjálvum fyri at lækka aldursmarkið til barnagarðspláss við 3 mánaðum.
Meira vil eg ikki blanda meg í skrivingina millum Dagstovnin í Hoyvík og trivnaðarstjóran, men gera við-merkingar til oman fyri-nevndu punktir og seta spurningar til trivnaðarstjóran og pedagogiska samskiparan í Tórshavnar kommunu.
Mítt endamál við hes-um skrivi er at gera vart við, at lækkingin við 3 mánaðum til barnagarðspláss slítur upp á starvsfólkaorkuna í barnagørðunum. Tað hevur við sær, at tað pedagogiska støðið lækkar, og íseinasta enda gongur tað út yvir trivnaðin og menningina hjá børnunum.
Lækkingin av aldursmarkinum við 3 mánaðum til eitt barnagarðspláss merkir í veruleikanum, at nú skulu barnagarðarnir taka ímóti børnum heilt niður í 2 1/2 ár.
Vanliga byrjar eitt barn í barnagarði um summarið. Nú barnagarðsaldurin er lækkaður 3 mánaðar, t.v.s. barnið skal fylla 3 ár áðrenn 1. Januar árið eftir ? ja, so eru nøkur børn bert 2 1/2 ár, tá tey fáa bjóðað eitt barnagarðspláss hjá Tórshavnar kommunu.
Barnagarðslívið er alt ov ógvusligt fyri 2 1/2 ára gamla barnið. Verðin blívur ov stór í mun til tað, tey kunnu yvirskoða. 3 mánaðir í einum vaksnamannalívi er einki, men sera nógv í einum barnalívi.
Menningin hjá børnunum frá 2 1/2 til 3 ár er sera umfatandi og hevur stóra ávirkan á hvussu barnið mennist framyvir.
Skal menningin blíva góð, krevur tað nærleika og eina trygga vaksna leiðandi hond. Børn undir 3 ár hava brúk fyri munandi meira enn starvsfólkaorkan í barnagørðunum røkkur til.
Sum pedagogur í barnagarði veit eg, at gera vit ikki arbeiði gott í dag, er trivnaður, menn-ingin og gleðin við barnagarðslívinum minni /verri í morgin. Men starvsfólkanormeringin á barnagørðunum var ásett eftir, at børnini vóru um-leið 3 ár, tá tey byrjaðu. Við teim minnu børnunum á stovnunum streingja vit á ein dag fyri og annan eftir. Úrslitið verður, at tíðarneyð og vantandi orka stýra, hvussu starvsfólkini leggja dagin til rættis ? ikki tørvurin hjá børnun-um.
Dagurin hjá børnunum í barnagørðunum kann skjótt blíva: Ringur trivnaður og nógvur grátur fyri at blíva hoyrd og sædd av starvsfólkunum í hesi alt ov stóru barnagarðsverð. Hetta er tað, Tórshavnar kommuna er í ferð við at bjóða teim 2 1/2 ára gomlu børnunum og teirra foreldrum í barnagørðunum.
Tað er sólarklárt, at í tí løtu Tórshavnar kommuna lækkar barnagarðsaldurin, lækkar starvsfólkaorkan og sum fylgja av hesum eisini tað pedagogiska støðið.
Her er ikki talan um framhaldandi trivnað, menning ella góðar stovnar, hvørki fyri børn, foreldur ella starvsfólk. Her er talan um ein »penan« bíðilista og politiskan/økonomiskan trivnað hjá Tórshavnar kommunu.
Mínir spurningar til trivnaðarstjóran og peda-gogiska samskiparan hjá Tórshavnar kommunu eru so hesir:
?Hvat er fakliga argumentið fyri at seta barnagarðsaldurin niður við 3 mánaðum?
?Hvussu hugsa tit hesa broyting barninum at frama?