Í samband við at arbeiðs-bólkurin, sum fyrireikar byggingina av Tórsvølli, fekk at vita frá býráðnum aftan á fund við mentamálanevndina, at býráðið skuldi taka málið uppaftur tann 1. oktober 1998 viðvíkjandi okkara konkreta uppskot um leigumál av Gundadalsøkinum, fara vit hervið at minna á málið, tí hetta hevur al stóran skund vegna útbjóðing av arbeiðnum av Tórsvølli, sum er samtykt í býráðnum og Føroya landsstýri/løgtingi.
Tórshavnar býráð verður biðið um at játta Tórsvallarprojektinum:
- leigusáttmála til Tórsvallar økið -
- útgravingarloyvi
Nú projektering er farin í gongd, og arbeiðið skal bjóðast út, fara vit at heit aá býráðið um at fáa omanfyri nevnda leigusáttmála og útgravingarloyvi í rættlag.
Í november mánaða í ár verður lýst í bløðunum um útbjóðing av arbeiðnum viðvíkjandi útgrefstur av Tórsvallar økinum.
Avrit av hesum brævi er sent Føroya Landsstýri, sum hevur játtað pening á fíggjarlógini í ár til fyriliggjandi Tórsvallarprojektið.
Vinarlig heilsan
vegna arbeiðsbólkin
fyri Tórsvallarprojektið
Heðin Mortensen