Til Suðuramerika at leita eftir arbeiði

Tá tað gekk væl í spanska búskapinum, fóru nógv fólk úr londum í Suðuramerika til Spania at leita sær arbeiði, og var hetta serliga galdandi fyri fólk innan byggivinnuna. Tá gongdin í spanska búskapinum vendi, rakti tað fyrst tey, sum vóru komin úr Suðuramerika og øðrum londum at arbeiða, og hetta hevur havt við sær, at nógv av hesum eru farin heim aftur nú.

Men tann sera tronga búskaparstøðan í Spania við ovurstórum arbeiðsloysi hevur eisini fingið nógvar spaniumenn at leita sær av landinum eftir arbeiði. Nógv eru farin til tann norðara partin av Evropa, men rættiliga nógv hava valt at royna eydnuna í Suðuramerika so sum í Brasil og Venesuela, skrivar AFP.

Sambært teimum seinastu hagtølunum er arbeiðsloysið í Spania um 25 prosent, og av teimum ungu er meiri enn helmingurin arbeiðsleys.