Hetta er sjálvandi harmilig støða, vit eru komin í, blaðið, blaðmaðurin og eg sjálvur. Hesum kundu vit sloppið undan, hevði blaðmaðurin sent kladdu til viðmerkingar, soleiðis sum avtalað varð. Tað átti at verið við í bandupptøkunum, blaðmaðurin nevnir í síni viðmerking, so tað umberst ikki, at tað ikki varð gjørt. Tað umberst heldur ikki, at tann, sum samrøða verður gjørt við, ikki fær at vita, at telefonsamtalan verður bandað.
Prince Edward Island, Canada,
hin 19. oktober 1999,
Jógvan Mørkøre