Til Íslands við snellu

Snellubátarnir eru farnir til Íslands teir upsanum, teir eiga har yviri. Eisini onkur av teimum smærru heldur seg framat

Snellubátarnir eru farnir ella eru við at fara til Íslands eftir upsanum í summar.
Frá onkrum, sum er har yviri, frættist, at hóast veðrið hevur verið heldur ólagaligt onkran av seinnu døgunum, er fiskiskapurin ikki heilt av lagið kortini. Onkran seinnapart er onkur teirra komin upp í eini 13.000 pund av upsa, siga teir frá.
Ein av bátunum, sum hevur Íslandsloyvi, er 20 tonsarin Oddbjørg, sum nýliga varð seldur úr Skopun til Sandavágs.
Hósdagin vóru teir á Miðvági eftir ísi og ætlaðu so beinleiðis til Íslands, greiðir Eisenberg Hansen, skipari, frá.
Teir hava verið á Bankanum, nú áðrenn farið verður til Íslands, men har royndist einki serligt, sigur Eisenberg.
Teir eru tríggir mans við, men tá teir koma til Íslands, fáa teir tveir mans afturat umborð, sigur hann.
?Hetta eru tó mestsum turistar, flennir hann. Leiðarin á sjómansheiminum í Reykjavík, sum er fyrrverandi eigari av Oddbjørg, og ein annar, sum so fegnir vilja sleppa ein túr. Og tað sleppa teir so, sigur Eisenberg, sum leggur afturat, at teir ætla at landa har yviri. Kvotan er ikki so stór.
Tað er partafelagið Fossá í Sandavági, um hevur keypt Oddbjørg úr Skopun. Fossá eigur fremmanundan línuskipið Venus, og hann hevur nú fingið partar av fiskiloyvinum hjá Oddbjørg. Nevniliga línudagarnar, soleiðis at Oddbjørg nú burtur av roynir við snellu.