Til Íslands at renna

Teir bestu ungu rennararnir í felagnum Treyti fara til Íslands fyrst at venja og síðan at luttaka í altjóða rennikapping

Felagið Treysti fer fríggj­a­dag­in til Íslands við einum stór­um ferðalagi.Tey verða 27 fólk, harav helvtin er børn.
Fyrst fara børnini at venja í eina viku og síðan at lut­taka í altjóða kappingini Stór­móti ÍR í Lagardali vik­u­skiftið 22. og 23. januar.
Børnini, sum stóðu seg best í FM-rennikappingini fyri børn í summar, fingu fyrsta rætt at koma við. Tey vaksnu eru foreldur og onnur.
Børnini eru bara von at renna í Badmintonhøllini í Klaks­vík. Tað verður munur á hjá teimum at skula royna seg í høllini í Reykjavík, sum hevur rennibreyt við sama und­ir­lagi, ið rennibreytin í Havn hevur. Børnini eru mill­um 9 og 14 ára gomul.
Tað verður ein uppliving fyri ungu rennararnar at lut­taka í hesi kappingini og síggja onnur royna long­d­ar­lop og onnur lop.
Endamálið við ferðini er eisini at geva børnum og foreldrum eina felags sos­i­ala uppliving, og áðrenn far­ið verður heim aftur, verða út­ferðir gjørdar, sigur Gutt­orm Sørensen, ein av fyri­ri­kar­u­num
Av tí at rennararnir eru í skúla­aldri, er ætlanin at skipa undirvísing fyri teim­um einar tveir tímar, meðan tey eru í Íslandi.