Til Íslands at býta pengar út

Grunnurin Tórshavn-Reykjavík-Nuuk hevur fund einaferð um árið, har formansskapurin í teimum trimum býráðunum viðgera umsóknirnar, ið inn eru komnar

Við flogfarinum í dag til Íslands er formansskapurin í Tórshavnar býráð. Heðin Mortensen, borgarstjóri, Jógvan Arge, 1. varaborgarstjóri, og Jan Christiansen, 2. varaborgarstjóri, fara saman við býráðsskrivaranum til Reykjavíkar á fund í grunninum Tórshavn-Reykjavík-Nuuk.

Talan er um árliga fundin, sum býráðini skiftast um at vera vertir fyri. Í ár er tað Reykjavík, næsta ár Nuuk, áðrenn fundurin aftur verður í Tórshavn.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at tað eru komnar sera nógvar umsóknir inn í ár, og tær verða allar viðgjørdar á fundinum í Reykjavík.

Teir tríggir høvuðsstaðirnir lata á hvørjum ári eina ávísa upphædd í grunnin, og saman gera tey trý býráðini so av, hvørjum tiltøkum tey vilja stuðla.

Tað er sjálvandi ein treyt, at tey, sum fáa stuðul, vitja ein av teimum trimum høvuðsstaðunum, og meginreglan er, at umsøkjarar skulu vera frá einum av teimum trimum londunum. Men tað ber tó til at gera undantøk.

- Tað ber til at stuðla umsóknum frá øðrum londum, men tá er treytin, at vitjað verður í minst tveimum av teimum trimum londunum, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur, at tað eru komnar rættiliga nógvar umsóknir inn í ár, eisini nógvar úr Føroyum. Tað er fyrst og fremst innan mentanina, at stuðla verður.

- Tað kann vera innan tónleik, sjónleik, kórsang, bókmentir og ítrótt. Stutt sagt alt, sum hevur við mentan at gera, sigur Heðin Mortensen.

Hvør høvuðsstaður letur góðar 100.000 krónur í grunnin um árið, og sum er eigur grunnurin umleið 600.000 krónur, so tað ber til at stuðla mongum verkætlanum.

- Allar umsóknir verða viðgjørdar, men tað er sjálvandi ikki vist, at allar fáa stuðul, sigur Heðin Mortensen.

Føroyska ferðalagið fór sum nevnt við flogfarinum í morgun, og kemur aftur fríggjadagin. Meðan teir eru í Íslandi verður hugt at ymsum viðkomandi og fyri formansskapin áhugaverdum støðum.

- Vit læra av teimum, og teir læra av okkum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.