Hesir skulu kappast í NM í boccia, sum verður í Keflavík.
Kappingin verður leygardagin og sunnudagin, og føroyingarnir skulu luttaka bæði í lið- og einstaklingakappingini.
Teir, ið manna føroyska liðið hesaferð, eru Jógvan Telling Joensen, Marius Johansen, Sámal Jacobsen og Áki Joensen.










