Til Skottlands við familjuni

Vit hava tikið eitt summarprát við Eli Hentze, sum spælir við besta fótbóltsliðnum hjá B71.

Navn: Eli Hentze

Bústaður: Sandur

Aldur: 37

Starv: Lærari í skúlanum á Sandi

Frítíðarítriv: Eg geri nógv við ítrótt, og annars dámar mær sera væl at lesa. 


Nær fært tú summarfrí í ár? 

Eg fái Summarfrí, tá síðsti formuladysturin er spældur undan steðginum. Eg skal tó til Aberdeen við U-15 landsliðnum mitt í juli, so summarfrítíðin byrjar ikki rættiliga fyrrenn eg komi heim aftur haðani.

Hvussu fert tú at halda summarfrítíðina?

Eg ætli mær ein túr til Skottlands við familjuni í eini 10 dagar. 


Hví hevur tú valt at fara til júst Skottland?

Vit hava trý børn, og vit vilja ikki hava tað alt ov heitt, tá vit fara at ferðast. Staðið í Skottlandi tykist vera ógvuliga barnavinarligt, samstundis sum Norðurskottland hevur eina sera vakra náttúru, so hetta passaði okkum útmerkað væl. Vit hava eisini verið í Skottlandi fyrr, og vit dámdu væl at vera har. 


Plagar tú at ferðast uttanlands um summarið?

Ja, vit plaga at vera uttanlands javnan. Vit leggja ofta summarfrítíðina eftir børnunum, og Danmark er eitt fram úr barnavinarligt land at ferðast í. Harafturat hava vit familju í Danmark, sum vit plaga at vitja. 


Plagar tú at ferðast í Føroyum um summarið?

Vit hava ikki ferðast nógv í Føroyum sum familju, men í mínum starvi sum lærari havi eg ferðast nógv kring landið. 


Ferðast tú hinar árstíðirnar?

Eg eri onkuntíð uttanlands í arbeiðsørindum við sjónvarpinum, men tá eg skal ferðast við familjuni, er tað oftast um summarið. 


Hvat er títt dreymaferðamál?

Eg vildi fegin sloppið til Ísrael ella Brasilia. Harafturat kundi eg gott hugsa mær at sloppið ein túr til Namibia.