Til Sjónvarp Føroya

Ja, nú kann eg ikki tiga longur.

Nú hava tit gjørt tað aftur, eg gleddi meg til leygardagin at hyggja eftir raðsendingini »Vit halda saman«, men ak nei, enn einaferð hevur SvF bara steðgað eini raðsending mitt í øllum og byrjað uppá eina aðra. (Týsk ungdómsraðsending).

Til dømis var »Beverly Hills« og »Wendy« (hon bleiv steðgað tá tað var mest spennandi) og ikki minst »vinarbond« hon bleiv steðgað, sjálvt um tað stóð á skerminum, at tað vóru fleiri partar eftir.

Man kann ikki byrja at fylgja við í einari raðsending, tí man veit aldrin, um man fær allar partarnar við.

Hví ger SvF hetta ferð aftaná ferð?

Eg hevði gjarna viljað fingið svar uppá hetta.


Ein irriteraður hyggjari