Til Saudi Arabia at lesa

Føroyskum studentum stendur nú, eins og øllum øðrum studentum um allan heim, í boði at søkja um at sleppa inn á nýggja lærda háskúlan í Saudi Arabia, KAUST. Umboð fyri SEV frættu um henda forkunnuga møguleika undir altjóða ráðstevnuni Nordic Climate Solutions í Keypmannahavn í síðsta mánað. Danski veðurlags- og orkumálaráðharrin, Connie Hedegaard, greiddi tá í jaligum vendingum frá, at hon stutt frammanundan hevði hitt ein sera stoltan saudi arabiskan sendiharra í OPEC, sum hevði greitt henni frá nýggja lærda háskúlanum, sum land hansara um sama mundið hevði tikið í nýtslu.

Talan er sum nevnt um eitt spildurnýtt altjóða universitet, sum bæði hvat útbúgvingartilboðum, hentleikum og kørmum annars viðvíkur, telist millum heimsins mest nútíðar og framkomnu lærdu háskúlar.

KAUST er stytting av King Abdullah University of Sciense and Teknology og liggur umleið 80 kilometrar norðanfyri Jeddah, nærindis Reyða Havinum. Krøvini fyri at sleppa inn á KAUST eru rættiliga strong, men ert tú so heppin at koma gjøgnum nálareygað, sleppur tú at liva sum ein greivi. Ella kanska rættari sjeikur. Øll lestrartíðin umframt uppihaldið í fyrsta floks íbúð er nevniliga ókeypis - eins og flogferðaseðlar!

KAUST fór undir virksemi sítt fyri einum góðum mánað síðani, og umsóknarfreistin til næsta upptøkuár, sum byrjar í september 2010, er úti á nýggjárinum. Sum navnið sigur, leggur nýggi lærdi háskúlin í Saudi Arabia dent á vísindaliga og tøknifrøðiliga gransking, eitt nú innan alternativar orkukeldur.

Meira fæst at vita um KAUST, lestrartilboð, upptøkutreytir v.m. á heimasíðuni www.kaust.edu.sa, skrivar heimasíðan: www.sev.fo