Formaður okkara var og umboðaði Føroyar á sín virðiliga hátt í norðurlandaráðnum – sum varamaður hjá Kaj Leo Johannesen, ið onkursvegna ikki hevði stundir at røkja tað starvið. Tí fall á meg at umboða tingbólk Sjálvstýrisfloksins.
Fyrst var at gera løgtingsformanninum greitt, at Sjálvstýri ikki harmast fráfarandi løgmann. Hesin valdi at leggja kongin, tá ið Sjálvstýrisflokkurin kravdi kanningarstjóra at kanna embætisførslu hansara, serliga ta margháttligu lásagøluna. Hesa kanning fara vit tó at halda fast við og fara at tryggja okkum undirskrift frá neyðugu tveimum fimtingum av tingmanningini.
Oman á øll hini brotini hevur Jóannes Eidesgaard nú lopið um mannagongdina í Stýrisskipanini; tá ið hann legði kongin, átti hann straks at boða løgtingsformanninum frá, so rættar samráðingar kundu koma í lag, heldur enn at føra samráðingar í lívd av tí løgmansembæti, ið hann nú ikki vildi røkja longur.
Men hóast Sjálvstýrisflokkurin fegnast um, at løgmansskifti fæst í lag, so heldur flokkurin fast um stevnuskrá sína, at best var, at løgmaður var beinleiðis valdur. Eftir verandi stýrisskipan skal Løgtingið formliga velja løgmann, men í heyst hevði borið til at havt vegleiðandi fólkaatkvøðu, so seinna umfar fall saman við kommunuvalinum.
Fekk fólkið høvi at vísa á løgmann, so høvdu Føroyar loksins fingið veruligt landsstýri, ið hevði samskipað alt útinnandi vald við landsins besta fyri eyga. Seinastu árini við ABC er valdið bara býtt á skinninum, onkur flokkur fær fiskivinnu, annar fær mentan, onkur fær løgmanssessin, men ongin samskipan er ætlað, ongin samlaður politikkur verður førdur. Løgtingið er býtt í samgongu og andstøðu; samgongutingmenn atkvøða fyri øllum, sum landsstýrið vil, í vón um at sleppa í landsstýrið at sita ein vakran dag; og onki andstøðuuppskot fær nakra veruliga viðgerð.
Vit vístu eisini løgtingsformanninum á, at stórur sjálvstýrismeiriluti er á tingi. Sjálvstýrisflokkurin og teir flokkar, ið runnir eru av honum, telja stóra meirilutan og høvdu heilt vist vunnið løgmannsessin, um fólkið slapp at tala.
Tí varð mælt løgtingsformanninum sjálvum at royna seg sum samráðingarleiðara at kanna hesar møguleikar.