Til samráðingar um portørarnar

Klokkan 10 fara Starvsmannafelagið og lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum á fund við semingsmenninar um at gera sáttmála fyri portørarar Í gjár gjørdi leiðslan á Landssjúkrahúsinum vart við, at støðan nú var komin i tað óforsvarliga, og úrslitið av hesi fráboðan var, at semingsmenninir vóru bidnir at gera eina semingsroynd.

Semingsmenninir hava kallað partarnar saman á fund í dag, og samstundis hevur Starvsmannafelagið avlýst verkfallið hjá portørunum, so leingi sum samráðingarnar ganga.

Semingsmenninir hava einki við avlýsingina av verkfallinum at gera.

- Vit hava havt fund við partarnar og halda møguleikar nú vera fyri at loysa ósemjuna, sigur annar semingsmaðurin, Jógvan Amonsson.