Til Rumenia í dag

U?17 landsliðið fer í dag av landinum. Leiðin gongur til Rumenia, har liðið komandi vikuna skal spæla í EM undankappingarumfari. Hini liðini í bólkinum eru Rumenia, Makedonia og Eysturríki.
Bill Jacobsen, venjari, roknar við, at dystirnir ímóti Rumenia og Eysturríki vera rættuliga torførir, og at mótstøðan ímóti Makedonia eisini fer at verða ivaleysa stór.
Føroyska ferðalagið fer úr Vagum fyrrapartin. Í Keypmannahavn koma fimm spælarar uppí. Teir spæla í donskum feløgum.