Til reiðar til svínakrím

Føroyski pandemibólkurin hevur viðgjørt støðuna, um svínakrím skuldi breitt seg til Føroya Stig fyri stig viðgjørdi bólkurin tilbúgvingarætlanina, soleiðis at full semja var um hvussu krímið skal handfarast í Føroyum. Limirnir í bólkinum fingu í felag endurtikið, hvønn leiklut teir ymsu myndugleikarnir hava í tilbúgvingarætlanini, og møgulig ivamál vóru greidd.

Niðurstøðan er, at sum heild er støðan góð í Føroyum, og um so er, at H1N1 verður staðfest, so eru myndugleikarnir tilbúnir. Føroyar hava nógvan sonevndan antiviralan heilivág (t.d. tamiflu) á goymslu til at fyribyrgja og viðgera svínakrím við. Í løtuni kunnu vit viðgera yvir 30% av Føroya fólki, sum er meira enn fleiri av okkara grannalondum, og sum verður mett at verða ríkiligt í sambandi við eina pandemistøðu. Harumframt hava Føroyar í samstarvi við Statens Serum Institut, eins og Danmark, fingið vaccinutrygd til umleið helmingin av føroyingum.