- Vit eru til reiðar til dyst. Eg eri bjartskygdur vegna dreingirnar. Teir stríðast allatíðina og gerast dugnaligari, men tað verður ein ”hamrandi” harður dystur. Teir hava eitt sindur meira at bjóða upp á við samanspælinum, og hava líka eina av teimum heilt stóru stjørnunum í mun til Montenegro hevði, sigur Sonni Larsen, landsliðsvenjari, við in.fo í morgun.
Vit hitta landsliðsvenjaran eftir taktikkfundin í morgun.
Har hevur venjarin við videobrotum, tikið saman um fyrireikingarnar ímóti Litava og serliga spælskiparanum, Aidenas Malašinskas.
Sí eisini:
Føroyar spæla ímóti heimsstjørnum fríggjadagin
Landsliðsvenjarin hevur leitað sær ráð hjá víðagitna íslendska landsliðsvenjaranum, Guðmundi Guðmundssyni, ið førdi Ísland til HM í 2019 við teprum sigri á Litava.
- Vinna vit á Malašinskas hava vit møguleikarnar fyri einum góðum dysti í dag, men tað verður framvegis hamrandi hart.
Sonni Larsen nýtti eisini taktikkfundin at seta sjóneykuna á føroysku dygdirnar, sum skulu vísa seg í dag.
Venjarin vísti millum annað ein samandrátt av góðar skjótálopsstøður frá minniliga javnleikinum í Montenegro, sum minti leikararnar á, at tað ber til at fremja heilt óvæntaði úrslitini.
Tó væntar venjarin ikki, at hann skal gera tað stóra fyri at motivera leikararnar í dag.
- Eg vænti at motivasjónin er givin frammanundan. Eg fari bara at minna teir á leikferðina og intensitetin í takklingunum, sum teir merkja í altjóða dystum.
- Teir vita tað væl, men vit minna teir á, at har skal meira ”knall á”, tekur venjarin til.
HM-undankapping í Luksemborg (Allir dystir beinleiðis á FM1)
Fríggjadagin 10/1 kl. 16.00: Føroyar – Litava
Leygardagin 11/1 kl. 14.00: Føroyar – Slovakia
Sunnudagin 12/1 kl. 16.30: Føroyar - Luksemborg
HM-undankappingin hjá Føroyum á in.fo:
Fimm mótstøðulið ímillum Føroyar og HM í Egyptalandi
Føroyar spæla ímóti heimsstjørnum fríggjadagin
FM1 sigur frá HM-dystunum móti Litava, Slovakia og Luksemborg
Skulu vinna HM-stig fyri fyrstu ferð
Endiliga harpiks um hendurnar aftur
Illveðrið órógvar fyrireikingarnar til HM-undankappingina
Veddingarfyritøkurnar hava Litava sum stóran favoritt
Les eisini um dystirnar í Ítrottarsosialinum frá mánadegnum, Vikuskiftissosialinum, sum er út nú, og í Ítrottarsosialinum næsta mánadag. Tekna hald og fá atgongd til alt savnið við at trýsta HER