Til reiðar at umboða øll miðlafólk

Á aðalfundinum leygardagin vóru óvanliga nógv programmfólk úr Kringvarpinum møtt, sum vilja hava fakfelagið hjá blaðfólkunum at umboða tey eisini

Aðalfundurin hjá felagnum Føroysk Miðlafólk leygardagin var kollveltandi, siga fakfelagið hjá tíðindafólkum á bløðunum í tíðindaskrivi.

- Við umfatandi viðtøkubroytingum er felagið nú til reiðar at gerst veruligt fakfelag hjá øllum miðlafólkum. Uppbýtingin av limunum í fakfelagslimir og áhugalimir er sostatt farin í søguna, sigur Ingolf S. Olsen, nevndarlimur.

Higartil hevur felagið bert havt sáttmála fyri tíðindafólk og fotografar á bløðunum, men fer nú eisini at royna at fáa sáttmála fyri sínar limir í Kringvarpinum. Seinastu tíðina hevur felagið havt stóra tilgongd av programmfólki í Kringvarpinum, sum bert ynskja at eitt felag røkir teirra áhugamál.

Hetta merkti eisini aðalfundin við at óvanliga nógv programmfólk úr Kringvarpinum møttu upp á aðalfundinum í Bridgehúsinum í Havn.

Fyri at styrkja felagið og býta arbeiðsbyrðarnar á fleiri herðar samtykti aðalfundurin at víðka nevndina, soleiðis at hon nú telur fimm nevndarlimir móti trimum higartil.

Anna V. Ellingsgaard, tíðindakvinna á Sosialinum, varð vald aftur til forkvinnu.

Hini fýra í nevndini eru Jógvan Hugo Gardar, programmfólk í Kringvarpinum er næstformaður, Álvur Haraldsen, fotografur á Sosialinum er kassameistari, Georg L. Petersen, tíðindafólk á Dimmalætting er skrivari, og Ingolf S. Olsen, programmfólk í Kringvarpinum er nevndarlimur.

Jógvan Hugo Gardar og Georg L. Petersen eru nývaldir í nevndina.