Til reiðar at tingast um Assange

Stjórnin í Ekvador er sinnað at tingast við bretsku stjórnina um framtíðina hjá Wikileaks-stovnaranum, Julian Assange, sum hevur verið á ekvadorsku sendistovuni í London teir báðar seinastu mánaðirnar. Tað segði ekvadorski uttanríkisráðharrin, Ricardo Patino, í dag.

Í síðstu viku játtaði ekvadorska stjórnin Julian Assange politiskt friðskjól har, men bretska stjórnin hevur gjørt greitt, at hann sleppur ikki úr Bretlandi. Bretski hægstirættur hevur gjørt av, at Assange skal útflýggjast svensku myndugleikunum, sum vilja sleppa at avhoyra hann í sambandi við, at tvær kvinnur í Svøríki hava skuldsett hann fyri kynsligan ágang.

Julian Assange vil ikki til Svøríkis. Hann er bangin fyri, at USA fer at krevja seg útflýggjaðan, so hann kann koma fyri rættin í USA, har hann er skuldsettur fyri at hava almannakunngjørt loynilig skjøl.