Til reiðar at taka kjansin

Sjálvur vil Christian Høgni ikki siga, at hann er mest upplagda valið sum avloysari fyri Símun, men hann staðfestir, at hann sjálvandi spælir har, sum Brian Kerr vil hava hann at spæla.

Um uppgávuna annars heldur Christian Høgni, at hetta er ein av teimum heldur truplu.

- Frakland á útivølli er ein stór uppgáva, so har verður eitt stórt trýst frá teimum, og so mugu vit vóna, at vit fáa onkran kontra-møguleika.

- Hinvegin mugu vit so royna at fáa okkurt deyðbóltsstøðum, sigur Christian Høgni, sum noktar at tosa um heiðurlig tap, tá hann verður spurdur, hvat eitt gott úrslit vildi verið.

- Eitt gott úrslit er at vinna. Tað sigur seg sjálvt, staðfestir hann.