Fleiri aðrir politikarar eru eisini sinnaðir at friða øki bæði á landi og á sjógvi, men Sambandsflokkurin dregur ikki eina línu
Tað var Ole Wich, sum á Trapputinginum vísti á, at í Føroyum hava vit onga natúr, tí tað er seyður allastaðni og hann fregnaðist eftir at vita, hvat tey ætlaðu at gera fyri at friða ávís øki fyri seyð og fyri at varðveita havbotnin.
Óluva Niclasen úr Javnaðarflokkinum segði, at í Javnaðarflokkinum var áhugi fyri at friða Koltur fullkomiliga. Hóast vit missa eitt sindur, fáa vit so ómetaliga nógv afturfyri, eitt nú fáa vit varðveitt náttúru til okkara eftirkomarar
Frank Jacobsen í Miðflokkinum sigur, at tað er neyðugt at taka ta djørvu avgerð at friða fleiri øki fyri at fáa øki við berari náttúru. Hann heldur eisini, at tað verður neyðugt at friða nógv størri koralløki, enn vit hava gjørt.
Ronald Poulsen heldur, at korallir kunnu bjargast við at friða ávís øki fyri lemmatrolarar.
Bjørt Samuelsen sigur, at Tjóðveldið er sinnað at gera eina ætlan fyri at friða koraløki í nógv størri mun enn tey eru nú.
Bjarti Thomsen førdi fram, at friðing er ikki bara gott og fortreytin fyri at vit liva er at vit dyrka og ikki lata veksa vilt.
- At friða øki kann vera gott hjá onkrum plantufrøðing og listamann, men tað liva vit ikki av.
Annars heldur hann, at vandin fyri korallunum er alt ov nógv avgjørdur, tí vit kunnu ikki so frægt sum staðfesta, at fiskayngul livir har og nógv tann mesti fiskiskapurin er á grynnri sjógvi enn korallini eru.
-Tað hevði verið nógv týdningarmiklari at kanna eftir, um tað bar til at leggja følsk riv á tann botnin á grynnri sjógvi fyri at fáa fisk at trívast betri og fyri at økja um framleiðsluna, helt hann.
Heðin Zachariasen vísti á, at ítøkilig ætlan var um at friða Koltur og at brúka hann í ferðavinnu.