Til reiðar at draga landsstýrið í rættin

Tað verður ikki uttan svørðslag, at landskassin sleppu at fara avstað við teimum 40 milliónunum, sum Sjúkrakassin eigur, hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum púra greitt fingið at vita

Nú samgongan ætlar at skipa eina almenna Heilsutrygd ístaðin fyri teir gomlu sjúkrakssarnar, hevur ein stórur spurningur verið, hvat skal henda við øllum ognunum hjá sjúkrakassunum.

Sjúkrakassarnir eiga einar 40 milliónir krónur og Aksel V. Johannesen sigur, at kannað verður nú eftir, hvat skal henda við teimum pengunum.

Men á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum um vikuskiftið fingu bæði Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, og restin av flokkinum, púra greitt at vita, at sjúkrakassarnir eru ikki sinnaðir at lata landskassan fara avstað við allari puljuni hjá sjúkrakassanum.

- Tað verður ikki uttan svørðslag, at landskassin sleppur at fara við pengunum, gjørdi Steinbjørn Magnussen, púra greitt á landsfundinum.


Fara í rættin

Hann er formaður í sjúkrakassanum á Eiði og nevndarlimur í Meginfelagnum fyri sjúkrakassarnar.

Og hann gjørdi eisini greitt, at verður tað neyðugt, eru sjúkrakassarnir til reiðar at draga landsstýrið í rættin.

Aksel V. Johannesen hevur nevniliga nevnt møguleikan, at tær 40 milliónirnar hjá Sjúkrakassanum skulu fella til tað almennu Heilsutrygdina.

Men hann vissar um, at peningurin skal ikki brúkast til rakstur, men setast í ein heilsugrunn, sum skal stuðla heilsufremjandi tiltøkum, eitt nú gransking.

Men hesum er sjúkrakassin als ikki samdur í og ætlar at stríðast ímóti.

Steinbjørn Magnussen vísir á, at tað er altso sjúkrakassin, sum eigur pengarnar.

- Og leggur tað almenna hald á teir, er talan um einki minni enn ognartøku og tað fara vit ikki at góðtaka, tí tað kunnu vit ikki góðtaka, staðfestir Steinbjørn Magnussen.

Sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, arbeiðir sjúkrakassin við at eini ætlan, har tær 40 milliónirnar skulu brúkast til eina privata sjúkratrygging, sum skal koma afturat teirri almennu Heilsutrygdini, sum øll skulu vera í.

Les eisini greinina: Føroyingar garderast við privatari sjúkratrygging